Byin.fo

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin


Byin.fo er samtak fyri dansi- og skeinkistøðini Rex, Eclipse, Manhattan, Café Natúr og Cippo, øll í Havn.

Rex og Eclipse halda til í bygninginum hjá Havnar Klubba, Café Natúr er við niðara enda á Áarvegnum, og Manhattan og Cippo húsast í sama bygningi sum matstovan Rio Bravo á horninum Sverrisgøta/Tórsgøta.

Manhattan og Cippo[rætta | rætta wikitekst]

Har sum Cippo er, stóðu inntil 1980 eini sethús, nevnd húsini hjá Lamba-Jóannesi. S. H. Jakobsen radiohandil keypti húsini í 1977, og reiv tey niður í 1980 fyri at gera rúm fyri einum nýggjum bygningi. Í dag er partur av økinum, har húsini stóðu, tún framman fyri Cippo.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  • Húsini hjá Lamba-Jóannesi niðurtikin. Í: Myndablaðið NÚ, nr. 5, 1980.

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]