Breitt sævarkorn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Breitt sævarkorn (frøðiheiti: Leymus arenarius) er stórvaksið, grovligt, blágrønt aksagras við breiðum, stinnum og spískum bløðum. Bløðini 1 cm breið, snøgg, fløt við innrullaðum rondum. Bindur við sínum langa og fjølgreinda jarðleggi roksandin. Oftast eru 3 smáøks við hvønn akslegglið. Samansetta aksið er stórt, 15-20 cm langt. Fræið er kjarngott og hevur í Íslandi verið nýtt til matna (melur). Veksur í sandi niðri við sjógv. Blómar í juli.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]