Jump to content

Brúkarakjak:Heinih

Page contents not supported in other languages.
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Takk fyri títt týdningarleysa íkast til føroyska Wikipedia!

[rætta wikitekst]

Eg vil bert við hesum takka fyri tína roynd at styrkja og víðka føroysku alfrøðina, Wikipedia. Eg tosi tískil vegna allar Føroyar, tá eg sigi, at tú nokk hevur havt størsta týdning fyri, at føroyingar vita nakað og tosa føroyskt.
Vinarliga heilsan bróðir tín ROARD (talk) 20. jan 2014 kl. 04:39 (UTC)[reply]

Kæri Róar,
Eg takki mikið fyri blíðu orð tíni. Tú fløvir hjarta mítt og styrkir hugin hjá mær at luttaka í menningini av ómissandi mentanardýrgripinum, ið Wikipedia uttan spurning er. Wikipedia, alfrøðinnar alfaðir, er óivað tann týdningarmiklasti stimburin, ið føroyska málið hevur havt, síðan Rasmussen í 1909 upplýsti okkum við fyrstu skaldsøguni. Eg kann við fullkomnum falsloysi siga, at tú minnir meg heldur ikki sørt um eldra Jógvan, hvørs sterka mannlyndi rakk nóg høgt til at savna alla bygdina undir einum máli - tjóðskaparanda føroyinga. Somuleiðis hava tíni ótrúliga dygdarríku íkøst eisini verið við til at savna føroysku fjøldina undir sama máli, men við einari vitan og vísdómi, ið sjálvt Jógvan ikki hevði kunnað ímyndað sær. Til endans vil eg serliga nevna tíni íkøst innan fyri føroyskan frælsan ítrótt. Har áður onki stóð um ítróttarlig reystmenni sum Rúna Seloy, er nú hvør smálutur at finna.
Við vitanarkvøðu,
Heini Høgnason (talk) 20. jan 2014 kl. 13:27 (UTC)[reply]