Birthe Wilke

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Gustav Winckler & Birthe Wilke

Birthe Wilke (fødd 19. mars 1936) er ein donsk songkvinna og sjónleikari. Hon fór undir lívsleið sína innan tónleik í 1950'unum við Bruno Henriksens orkester. Tá Bruno Henriksen stutta tíð seinni stovnaði Philips Grammofonplader í Danmark, gjørdist Birthe Wilke skjótt ein av best umtóktu artistunum har. Best kent frá hesum tíðarskeiðnum er Håndklaver og Charme, og Den Gamle Gartner.

Í 1957 gjørdist hon, saman við Gustav Winckler, nummar trý á Melodi Grand Prix við sanginum Skibet skal sejle i nat, og sjálvt um sangurin fekk kritikk í heimlandi hennara í fyrstuni, so er hann enn, meir enn hálva øld seinni, ein av størstu grand-prix-hittunum, ið Danmark nakrantíð hevur havt. Seinni luttók hon við øðrum grand-prix-løgum.

Filmar[rætta | rætta wikitekst]

  • Jeg elsker dig (1957)
  • Jetpiloter]' (1961)
  • Reptilicus (1961)