Jump to content

Bartalsmessa

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Bartalsmessa, eisini kallað bartalsøka, er 24. august. Bartalsmessa er minningardagur fyri lærusvein Jesusar Bartolomeus (grikskt: Bartolomaios), ið vanliga verður hildin at vera tann sami, sum eisini kallast Natanael, vinmaður Filip (Jóh. 1:45-51).

Í Bíbliuni verður Bartolomeus bara nevndur saman við hinum lærisveinunum, og sambært kristnari traditión var hann trúboðari í India og Mesopotamia, áðrenn hann leið blóðvitnisdeyðan í Armenia við at vera skrædlaður livandi.

Bartalsmessunáttin í 1572 er kend fyri fólkamorðið á umleið 20.000 reformertum hugenottum í religiónsstríði í Fraklandi eftir siðaskiftið.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið