Baltasar Kormákur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Baltasar Kormákur
Baltasar Kormákur í 2007
Fødd(ur) Baltasar Kormákur Samper
(1966-02-27) 27. februar 1966 (aldur 58)
Reykjavík, Ísland
Starv Sjónleikari, filmsframleiðari, filmsleikstjóri
Virkin ár 1992–nú
Hjúnafelagi(ar) Lilja Pálmadóttir

Baltasar Kormákur Samper (føddur 27. februar 1966), betri kendur sum Baltasar Kormákur, er ein íslendskur sjónleikari, filmsframleiðari og filmsleikstjóri. Hann er kendur fyri filmar sínar 101 Reykjavík, Mýrin (bygd á bókina av sama navni eftir Arnald Indriðason), Hafið og Everest. Hann hevur vunnið fleiri virðislønir fyri filmar sínar. Harímillum 7 Eddu-virðislønir, ið er tann íslendska film- og sjónvarpsvirðislønin og heiðurin sum "Best international filmmaker of the year" í Las Vegas í 2015.[1] Baltasar er sonur spanska listmálaran Baltasar Samper.

Filmografi (sum leikstjóri)[rætta | rætta wikitekst]

  • 101 Reykjavík (2000)
  • Hafið (2002)
  • A Little Trip to Heaven (2005)
  • Mýrin (2006)
  • Brúðguminn (2008)
  • Inhale (2010)
  • Contraband (2012)
  • Djúpið (2012)
  • 2 Guns (2013)
  • The Missionary (2013)
  • Everest (2015)
  • Reykjavik (2015/2016)

Filmografi (sum sjónleikari)[rætta | rætta wikitekst]

  • Veggfóður: Erótísk ástarsaga (1992) sum Lass
  • Agnes (1995) sum Natan
  • Djöflaeyjan (1996) sum Baddi
  • Drumadísir (1996) sum Gunnar
  • Englar Alheimsins (2000) sum Óli
  • 101 Reykjavík (2000) sum Þröstur
  • No Such Thing (2001) sum Dr. Artaud
  • Regína (2001) sum Ivan
  • Me and Morrison (2001) sum Askildsen
  • Stormviðri (2003) sum Einar
  • Reykjavík-Rotterdam (2008) sum Kristófer

Ávísing úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.icelandicfilmcentre.is/news/nr/3842[deyð leinkja]