Baja Kalifornia hálvoyggin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Fylgisveinamynd.

Baja Kalifornia hálvoyggin (Spanskt: Península de Baja California, Enskt: Lower California Peninsula) er ein hálvoyggj og landslutur í norður-vestur Meksiko. Baja Kalifornia liggur millum Kalifornia í norðan og Kaliforniaflógvan í sunnan. Meginparturin av Baja Kalifornia er oyðimørk. Nesið er umleið 143,390 km² til støddar og fólkatalið er umleið 4 mió. (2015). Nógv fólk liva av ferðavinnu, tí í Baja Kalifornia eru stórar og góðar strendur, sum draga ferðafólk. Heiti sjógvurin og stóru sandstrendurnar í m.a. frítíðarbýunum Cabo San Lucas og Ensenada draga mong ferðafólk til sín.