Jump to content

Bahá'í trúgvin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Høvuðssæti er í Haifa í Ísrael.

Bahá'í trúgvin er ein alheimstrúgv. Orðið "Bahá'í" merkir "ein sum fylgir Bahá'u'lláh". "Bahá'u'lláh" merkir "dýrd Guðs" og hetta er navnið á tí boðberanum, sum bahá'íar trúgva er Guðs sendiboð til okkara tíð.

Bahá'íar trúgva at Guð opinberar seg gjøgnum síni sendiboð í einari stigvísari opinbering. Mannaættin er ikki før fyri at taka ímóti Guðs veruleika í einum, men má búnast og mennast so líðandi. Guð sendir so síni sendiboð við boðum og vegleiðing sum hóskar til tann tørv sum menniskjuni hava á júst tí staðnum og tí tíðini. Ongin av boðberunum er "størri" ella "sannari" enn hinir. Teir kappast ikki.

Bahá'íar viðurkenna allar boðberarnar og virða allar heimsins religiónir og heilagu skriftir. Tað, sum Jesus segði, tá ið hann kom, ógildaði ikki tað sum Móses hevði sagt. "Eg eri ikki komin at bróta niður, men at fullføra", segði Jesus. Á sama hátt ógildar tað at Bahá'u'lláh kom, hvørki tað sum Jesus, Muhammed, Buddha, Móses, Ábraham, Krishna ella Zoroaster hava boðað. Allir komu teir við Guðs ljósi til menniskjuni. Eingin teirra er Guð.

Bahá'íar trúgva at øll menniskju hava eitt andaligt lív, sama um tey tilvitað gera nakað við tað ella ei.

Bahá'u'lláh

[rætta | rætta wikitekst]
Grafhýsi Bahá'u'lláh í Bahji.

Í 1844 í Persia (Iran), kunngjørdi ein ungur maður nevndur "Báb", at skjótt fór sendiboð Guðs, sum øll heimsins menniskju stundaðu eftir, at koma. "Báb" merkir "portrið", og Báb gjørdi greitt at hansara leiklutur var, at fyrireika mannaættina til dagin tá ið tann lovaði kom til sjóndar.

Bahá'u'lláh, sum var føddur í einari av ríkastu aðalsstættum í Persia, valdi at venda øllum forrættindum bakið og at fylgja Báb. Báb og tey sum fylgdu honum vóru jagstraði av persiska yvir-valdinum. Báb sjálvur var tikin av døgum í 1850 og eini 20.000 av teimum sum fylgdu honum, lótu lív í hópdrápum kring alt Persia. Bahá'u'lláh slapp heldur ikki undan forfylging; hann varð settur í fangahús, píndur og at enda burturvístur. Hann varð sendur til Bagdad í Irak, og tað var her hann endiliga í 1863 kunngjørdi, at hann var tann, ið Báb hevði fyriboðað fór at koma.

Bahá'iar eru sannførdir um at Bahá'u'lláh var Jesus Kristus sum kom aftur og at lyfti Guðs til menniskjuni um eina betri tíð fyri øll er gingið út. Bahá'u'lláh segði at menniskjuni liva her á jørðini til tess at menna andaligar førleikar sum vit fara at hava tørv á í lívinum eftir hetta. Hann líknar mannalívið á jørðini við lívið hjá fostrinum í móðurlívi, fostrið kann ikki ímynda sær heimin uttanfyri sína egnu lítlu verð, hóast tað á ein hátt longu livir í tí størru verðini. Tað er bara enn ikki nóg búgvið til at síggja og uppliva heimin størri enn júst lívmóðrina hjá mammuni.

Og kortini so er endamálið við fosturlívinum at búgva seg til ein heilt øðrvísi heim enn tann, fostrið kennir. Tað skal hava armar og bein, eygu, oyru, alt sum er gott og neyðugt fyri at liva mannalívið. Mennast vit ikki eins og fostrið í móðurlívi, meðan vit liva á jørðini, so verða vit sum andaligir kryplingar ella píningar, og enn tarnaði av hesum í lívinum sum kemur. Andaligi vøksturin hjá tí einstaka fer fram bæði innan í hvørjum fólki, og í samveru við onnur. Andaliga støðið vit eru á, speglast í samfelagnum, hvussu vit eru móti hvørjum øðrum, og hvørjum málum vit stremba eftir.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið