Børge Brende

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Børge Brende.

Børge Brende (føddur 25. september 1965) er uttanríkisráðharri í Norra. Børge Brende er eitt kent navn í norskum politikki, hann hevur verið virkin í Høgra síðani hann var 14 ára gamal. Hann er 48 ára gamal (2013), og hevur áður verið umhvørvisráðharri og vinnumálaráðharri í Bondevik 2-stjórnini. Hann hevur eisini verið næstformaður í Høgra frá 1994 til 1998. Brende varð valdur inn á Stórtingið til valini í 1997, 2001 og 2005. Áðrenn tað sat hann tvær setur sum varalimur til Stórtingið. Hann hevur umframt at arbeiða í World Economic Forum eisini staðið á odda fyri Norska Reyða Krossi. Norska tíðindastovan, NTB, skrivar, at Erna Solberg (H) vónar, at Børge Brende kann bøta um viðurskiftini við Kina, sum hava verið sera kaldlig, síðani kinesiski andstøðingurin, Liu Xiaobo, fekk Nobel friðarheiðurslønina í 2010. Eygleiðarar vísa á, at Børge Brende í starvi sínum sum stjóri í World Econmic Forum hevur havt beinleiðis samband við kinesiska forsætisráðharran [1].

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.adressa.no/nyheter/innenriks/article8435369.ece


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið