Atli Danielsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Atli Danielsen (f. 15. august 1983) er føroyskur fótbóltsleikari sum leikar við Klaksvíkar Ítróttarfelag (KÍ). Atli spældi sín fyrsta dyst í bestu føroysku deildini í ár 2000. Fyrstu ferð Atli Danielsen umboðaði føroyska landsliðið var í 2003 tá ið hann kom inn sum útskiftari fyri Hans Fróða Hansen. Í 2005 royndi Atli seg fyri fyrstu ferð á útlendskum grasi. Hann var til royndarvenjingar í norskum fótbólti - felagið var Sogndal. KÍ leigaði Atla út, men eftir bert 2 dystir fyri norska felagið flutti Atli heim aftur. Eftir at aftur hava umboðað KÍ, gekk leiðin enn einaferð til útlendskt lið, hesaferð í lestrarørindum í Keypmannahavn, har hann umboðaði BK Frem í trý kappingarár. Eftir at felagið fór á húsagang mátti Atli finna nýggjan arbeiðisgevara, valið fall á FC Roskilde, sum eisini leikar í næstbestu deildini.

Eftir lestrartíðina valdi Atli at flyta heim til Føroyar. Hesaferð valdi Atli at fara til B36, sum lá í oddinum í føroysku kappingini tá ið kappingin var hálvrunnin. Tað vísti seg, at valið til B36 var rætt, tí staðfestast kundi, at tá ið kappingin var av, kundi Atli fyri fyrstu ferð kalla seg føroyameistara í vaksmannafótbólti í 2011. Kappingarárið 2012 varð ikki nakað at reypa av, B36 kláraði seg ikki væl á vøllinum, og varð Atli Danielsen ei heldur við í ætlanunum hjá nýggja landsliðsvenjaranum, Lars Olsen, eftir 10 ár í føroyskum landsliðsfótbólti varð Atli ikki úttikin til landsliðsdystir.

Tá ið kappingin varð liðug í 2012, boðaði KÍ frá í ársveitslu sínari, at KÍ hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við klaksvíkingin.

Atli hevur til nú (januar 2013) spælt 41 A-landsdystir fyri Føroyar.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Slóðir[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið