Hans Fróði Hansen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Hans Fróði Hansen í 2013.

Hans Fróði Hansen (føddur 24. august 1975) er ein føroyskur fótbóltsleikari og venjari. Hann spældi 26 landsdystir fyri Føroyar. Hann hevur eisini roynt innan onnur øki, eitt nú hevur hann roynt seg innan húðrøktarvørur og líknandi.

Lívsleið[rætta | rætta wikitekst]

Fótbóltsleikari og venjari[rætta | rætta wikitekst]

Hans Fróði gjørdist fyrst kendur sum fótbóltsspælari, har hann spældi 26 dystir á landsliðnum 1998-2003. Í 2012 avgjørdi Hans Fróði at royna seg í føroyskum fótbólti enn einaferð, hesaferð sum leikandi hjálparvenjari fyri TB. Ætlanin er at hann skal spæla við besta liðnum, sum flutti upp í Meistaradeildina eftir leiklok í 2011.[1]

Vakurleikafrøðingur[rætta | rætta wikitekst]

Seinni hevur hann nomið sær kunnleika innan móta og stíl og var eitt skifti vakurleikafrøðingur í USA undir navninum Mr. KayKay. Tað var eisini við navninum KayKay at Hans Fróði í 2006 útgav bók á enskum um vakurleikarøkt.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • Image & Fashion Secrets for Every Woman (2006)

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Sudurras.info, Hans Fróði Hansen farin í TB-troyggju