Athena

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Athena
Goddess of Wisdom and Crafts
Mattei Athena Louvre Ma530 n2.jpg
Mattei Athena á Louvre. Rómverks avrit frá 1. øld f.Kr./e.Kr. eftir grikskum uppruna frá 4. øld f.Kr., ognað Cefisodotos ella Euphranor.
Abode Mount Olympus
Symbol Ugla, oliventræ, slangur, skjøldur, hjelmar, spjót
Foreldur Metis; Metis og Zeus; Zeus[1] Hera
Systkin Artemis, Afrodite, Dísarnar, Graces, Ares, Apollo, Dionysus, Hebe, Hermes, Herakles, Helen of Troy, Hephaestus, Minos, Perseus, Porus
Rómversk samsvarandi Minerva

Athena (grikskt Ἀθηνᾶ ella Ἀθήνη), eisini nevnd Pallas Athena, var tann grikska gudinnan fyri strategi, kríggj og vísdóm. Hon var sett í samband við gudinnuna Menerva hjá etruskarnum og seinni av rómverjum sum Minerva. Athena fylgdist við einari lítlari uglu og bar geitaskinnsskjøldurið Aegis, ið faðir hennarar, Zevs, gav henni. Hon varð ofta hátíðarhildin saman við Nike, gudinnuni fyri sigur. Athena var eisin gudinnan fyri at vegleiða hetjur. Hon er vápnað krígsgudinna, var aldri eitt barn og altíð jómfrú (parthenos). Parthenon í Athen er hennara kendasta tempul. Hon hevði aldri nakran mann ella elskara, sjálvt um Hefaistos gjørdi eina miseydnaða roynd einaferð. Herodot og Platon hildu av misgáum, at Athena var tann sama sum gudinnan Neith hjá libyarum.

Ættartalvan hjá Olympisku gudunum í Griksku gudalæruni
Uranus Gaia
Afrodite
Okeanus Hyperion Koios Krios Iapetus Mnemosyne
Cronus Rhea Tethys Theia Phoebe Themis
Zeus Hera Hestia Demeter Hades Poseidon
Athena Ares Hefaistos Hebe Eileithyia Enyo
Maia Leto Semele
Hermes Apollo Artemis Dionysus

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Sambært Thoegony hjá Hesiod Theogoni, var Metis mamma Athenu, men, sambært Iliaduni hjá Homer, svølgdi Zeus Metis av tí at hon var uppá vegin við Athenu (fyri at forða fyri føðingini), men Athena leyp fram úr høvdinum á Zeus, og seinni varð tað staðfest, at hon "hevði onga mammu"