Jump to content

Asti (landslutur)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Her liggur Asti landsluturin í Norðuritalia.
Kort yvir landslutin Asti

Landsluturin Asti (italskt Provincia di Asti) er ein av landslutunum í regiónini Piemonte í Norðuritalia. Asti er høvuðsbýurin í landslutinum. Tað musserandi víni við sama navni (Asti vín) kemur frá hesum landslutinum.

Við fólkateljingini í 2012 búðu 222.336 fólk í landslutinum Asti. Økið er 1.504,5 km² til støddar.

Tað eru 118 kommunur í Asti landslutinum.[1] Tær størstu eftir fólkatali eru hesar:

BýurFólkatal (ab.)
Asti76.808
Canelli10.628
Nizza Monferrato10.388
San Damiano d'Asti8.445
Costigliole d'Asti6.061
Villanova d'Asti5.600
Castagnole delle Lanze3.822
Moncalvo3.332
Castelnuovo Don Bosco3.221
Villafranca d'Asti3.164
  1. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2017-11-18. https://web.archive.org/web/20171118115137/http://www.comuni-italiani.it/005/index.html.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið