Asti

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Asti Katedralurin

Asti er ein býur í útnyrðings Italia í Piedmonte regiónini. Í Asti búgva umleið 74.300 fólk. Fólk hava búð har í økinum síðan yngru steinøld. Býurin liggur umleið 55 km eystanfyri Torino. Býurin er høvuðsbýur í Asti Regiónini. Eitt kent tiltak, sum verður fyriskipað á hvørjum ári í býnum er Palio di Asti, sum er kapprenning við hestum, har riddararnir sita á hestabakinum uttan saðil. Tiltakið verður hildið á trýkantaða Piazza Alfieri triðja sunnudag í september og er tað elsta av sínum slag í Italia. Eina viku áðrenn hetta verður ein matfestivalur hildin í býnum, á enskum verður tað nevnt Asti's Festival of Festivals, á italskum máli: Festival delle sagre astigiane. Asti Jarnbreytastøðin læt upp í 1849 og er ein liður í Torino-Genova jarnbreytini og Castagnole–Asti–Mortara jarnbreytini.

Tey trý grannaøkini Asti, Cuneo, og Alessandria skapa Langhe og Monferrato fjallalendi mitt í Piedmont økinum, har eru stórar mongdir av kálksteini og sandsteini, sum Adriatarhavið hevur ført við sær fyri umleið 5 milliónum árum síðan. Grannaøkini framleiða eisini reyðvín, sum er millum tey bestu í Italia, umframt nøkur sløg av góðum hvíttvíni. Asti býur er miðdepilin í hesum økinum, og er størsti býurin av hesum vælkenda vínøki. i

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið