Ashoka

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Chakravatin

Ashoka ella Aśoka (sanskrit: devanāgarī: अशोकः/IAST: Aśokaḥ/IPA: [aˈɕoːkə(hə)]; umleið 304. f.Kr.-232 f.Kr.), kendur sum Ashoka hin mikli síðan hann verður roknaður at vera ein av bestu keisarunum í India, var ein indiskur keisari (samrat) í Mauryaríkinum sum stýrdi yvir næstan øllum tí indiska subkontinentinum ettir fleire hernaðarlig álop frá umleið 272 f.Kr. til sín deyða.

Ríkið hjá Ashoka strekti seg frá dagsins Afghanistan og Pakistan í vestri til Bangladesh og Assam í eystri, og so langt suður sum tað norðara Kerala og Andhra Pradesh (burtursæð frá Tamil Nadu). Hann vann kongsríkið sum var kent sum Kalinga, sum fyrr hevði staðið ímóti álopum frá teimum sum ráddu áðrenn Ashoka, heilt aftur til Chandragupta Maurya. Høvuðsstaðurin í Aśoka var í Magadha, har sum Bihar liggur í dag.

Ashoka Empire

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið