Annar páskadagur
Annar páskadagur er dagurin eftir páskadag. Annað páskakvøld er stórt dansikvøld - hetta kemst av, at upprunaliga varð ikki dansað í føstu, og tí var annað páskakvøld fyrsta kvøldið, har fólk aftur sluppu at dansa. Dagurin er mánadagurin eftir páskir.
Rulla páskaregg
[rætta | rætta wikitekst]Tað er føroyskur siður at rulla páskaregg annan páskadag. Hartkókað egg, sum ofta eru málað ella á annan hátt prýdd, verða rullað oman bakkan, til tey brotna, og síðani eiga tey at verða etin. Tað gerst tó alt vanligari, at eggini ikki verða etin. Flest børn gleða seg til henda hugnaliga páskasiðin, at mála egg, fyri síðani at rulla egg úti í náttúruni saman við foreldrunum og vinum. Men tað er tó ein lítil vandi við at rulla páskaregg. Salmonella kann vera uttan á skalinum og inni í egginum.