Anja Andersen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Anja Andersen
Anja Andersen 20110907.jpg
Persónlig kunning
Fødd/ur (1969-02-15) februar 15, 1969 (aldur 50)
Odense, Danmark
TjóðskapurDanskur
Hædd178 m (584 ft 0 in)
LeikarastøðaBakkur
Kunning um feløg
Núverandi felag-
Feløg sum vaksin




1986-1987
1987-1988
1989
1989–1993
1993–1996
1996–1999
Danmark Stjernen IF
Danmark Vejle Allested
Danmark ASH 72
Danmark IF Jarl Arden
Danmark Aalborg KFUM
Danmark Ikast FS
Danmark Viborg HK
Noreg Bækkelaget
Týskland TuS Walle Bremen
Noreg Bækkelaget
Landslið 1
1989–1999 Danmark133 (726)
Venjari
2000–2008
2006
2008–2010
2011
Danmark Slagelse DT
Serbia og Montenegro Serbia & Montenegro
Danmark FCK Håndbold
Rumenia Oltchim Vâlcea
1 Landsdystir og landsliðsmál
eru røtt pr. 3. februar 2011

Anja Andersen (fødd 15. februar 1969 í Odense, Danmark) er ein fyrrverandi hondbóltsleikari og hondbóltsvenjari, ið varð útnevnd sum heimsins besti hondbóltsleikari í 2012 og var tann fyrsti danin, ið fekk henda heiður. Hon var virkin sum hondbóltsleikari til 1999, og spældi 133 landsdystir fyri Danmark og skoraði 726 mál. Hon spældi hondbólt fyri fleiri donsk feløg og norska felagið Bækkelaget og týska felagið TuS Walle Bremen. Anja var við til at vinna gull fyri danska kvinnuhondbóltslandsliðið á Summar-OL 1996, HM gull í 1997, HM silvur í 1993 og HM bronsu í 1995, og EM gull í 1994 og 1996. Anja er kend sum ein sera góður hondbóltsleikari, men var eisini kend fyri sítt sinnalag, tí hon ofta østi seg upp undir dystum, og tað førdi til nógv reyð kort.

Orsakað av einum hjartafeili gavst hon at spæla hondbólt í 1999. Anja er dóttir Keld og Vivi Andersen ið bæði eru fyrrverandi hondbóltsleikarar.

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

  • 1994 - Vald til heimsins næstbesta hondbóltsleikara
  • 1997 - Útnevnd sum heimsins besti hondbóltsleikari[1]
  • 2007 - Upptikin í donsku Hall of Fame
  • 2009 - Fekk Mathildeprisen fyri at hava mótprógva vanligu fatanina, um at venjarar av elituítróttarfólkum altíð eru menn.[2]

Keldur og viðmerkingar[rætta | rætta wikitekst]

  1. Anja Andersen var til 2012, tá ið Mikkel Hansen eisini fekk henda heiður, tann einasti danski hondbóltsleikarin nakrantíð hjá kvinnum og monnum ið fekk henda heiður
  2. Danskkvindesamfund.dk - Tidligere prismodtagere