Mikkel Hansen
| Persónlig kunning | |||||||||||||||||||||||||||
|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
| Fødd/ur | 22. oktober 1987 Helsingør, Danmark | ||||||||||||||||||||||||||
| Tjóðskapur | Danskur | ||||||||||||||||||||||||||
| Hædd | 1,96 m (6 ft 5 in) | ||||||||||||||||||||||||||
| Vekt | 100 kg | ||||||||||||||||||||||||||
| Leikarastøða | Vinstri bakkur | ||||||||||||||||||||||||||
| Kunning um feløg | |||||||||||||||||||||||||||
| Núverandi felag | PSG Handball | ||||||||||||||||||||||||||
| Nummar | 24 | ||||||||||||||||||||||||||
| Feløg í ungdómsárum | |||||||||||||||||||||||||||
| 1997–2000 2000–2005 | IF Helsingør Virum-Sorgenfri HK | ||||||||||||||||||||||||||
| Feløg sum vaksin | |||||||||||||||||||||||||||
| 2005–2008 2008–2010 2010–2012 2012– | GOG Svendborg TGI FC Barcelona AG København PSG Handball | ||||||||||||||||||||||||||
| Landslið | |||||||||||||||||||||||||||
| 2007– | Danmark | 136 (632)[1] | |||||||||||||||||||||||||
Heiðursmerkjayvirlit
| |||||||||||||||||||||||||||
Mikkel Hansen (føddur 22. oktober 1987) er ein danskur hondbóltsleikari, ið í løtuni spælir fyri PSG Handball. Hann varð valdur til Heimsins besta hondbóltsleikara av IHF (International Handball Federation) í 2011. Hann hevur fyrr spælt fyri danska hondbóltsfelagið GOG, har hann vann danska meistaraheitið í 2007. Hann gjørdist partur av FC Barcelona í juni 2008. Hin 2. juni 2010 flutti hann aftur til Danmarkar fyri at spæla fyri AG København, eftir at hava spælt hondbólt í 2 ár í Spania.
Mikkel Hansen gjørdist evropameistari í hondbólti við danska landsliðnum, tá ið teir vunnu EM í hondbólti 2012 í Serbia. Hann varð eisini valdur á All-Star lið í kappingini sum besti vinstibakkur.[2] Í 2011 var hann partur av dansia landsliðinum, ið vann silvur á HM í hondbólti 2011 í Svøríki. Hann gjørdist toppskorari í kappingini.
Privatlív
[rætta | rætta wikitekst]Pápi hansara, Flemming Hansen, spældi eisini á danska hondbóltslandsliðnum, har hann spældi 120 landsdystir og skoraði 240 mál og luttók í Summar-OL 1984.[3][4]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Danish National Team Roster". DHF. http://www.dhf.dk/Landshold/herre-a-landsholdet/truppen. Heintað 2 May 2015.
- ↑ "All Star Team announced". EHF EURO official website. 29 January 2012. http://www.ehf-euro.com/Singe-News.2275.0.html?&tx_ttnews%5btt_news%5d=8041&cHash=4c27cee62522ab202ff36d0dc8c3b3b3. Heintað 1 February 2012.
- ↑ "Mikkel går i farmands fodspor". sporten.dk. 2008-06-10. http://www.sporten.dk/diverse/mikkel-gaar-i-farmands-fodspor. Heintað 2015-12-02.
- ↑ "HERRE A-LANDSHOLDSPILLERE - FLEMMING HANSEN". håndbold.info. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-08-22. https://web.archive.org/web/20160822070027/http://www.haslund.info/haandbold/herre/as/hanfle02.asp. Heintað 2015-12-02.