Andras Miðskarð

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Andras Miðskarð (føddur 20. august 1935 í Klaksvík, uppvaksin í Svínoy) er ein føroyskur rithøvundur, skipsførari og fyrrverandi havnameistari. Foreldur: Susanne Miðskarð, fødd Jensen, húsmóðir, ættað av Biskupsstøð í Klaksvík. Magnus Poulsen, seinni Miðskarð, fiski- og arbeiðsmaður úr Svínoy. Hann er giftur við Ruth Miðskarð, f. Andersen, saman eiga tey tvey børn: (Dagny f. 1972) og Jóhannes (f. 1974). Árið eftir at Andras var fermdur, fór hann til skips, hann var við føroyskum, íslendskum og donskum fiskiskipum til hann fór á navigatiónsskúla. Hann hevur síðan siglt sum yvirmaður 10 ár í danska handilsflotanum. Á heysti 1971 gjørdist hann útróðrarformaður í vetrarhálvuni, meðan hann í summarhálvuni var avloysari á Strandfaraskipum Landsins, til hann fekk starvið sum havnarfúti við Klaksvíkar havn 1977-2003.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • Á barnaárum ungu, 1988.
  • Bráð er barnalund, 1996.
  • Hugnaløtur (søgur til børn og vaksin), 1999.
  • Bygdarmenning (skaldsøga), 2002.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]