Andras Guttormsson
Andras Guttormsson (føddur umleið 1490, doyði 1544, búði í Kálgarði í Sumba, ættaður úr Noregi) var løgmaður í Føroyum 1531 - 1544[1].
Hann er faðir Guttorm Andrasson, sum gjørdist løgmaður eftir faðirin.
í desember 1531 fekk Andras Guttormsson tilnevning frá Fríðriki kongi I til starvið sum løgmaður í Føroyum. Hann skuldi gera løgmanseið sín til Joachim Wullenweber, kongsins fúta og Føroya fólk ("menige almue"), helst á Føroya Løgtingi. Hann skuldi veita hvørjum manni, fátækum og ríkum, lóg og rætt eftir Sankta Ólavs kongs og Noregs lóg. Andras Guttormsson búði í Kálgarði í Gørðum í Sumba og hann var Føroya løgmaður til 1544.
Kálgarðsbóndin Guttormur (Løgmaður), átti ellivu merkur av Víkini; Jenis í Laðangarði átti tað tólvtu. Men Jenis legði eina mørk sína móti einari kálgarðsbóndans mørk og so eydnu sína ímóti hinum tíggju. Hann spurdi tá kálgarðsbóndan um hann vildi ikki leggja felag við seg, tí hann, Jenis, hevði so góða eydnu og hin onga. So løgdu teir felag (tó at Kálgarður var løgmansgóðs og tí ikki átti at vera lagt í felag) og síðan treivst væl hjá báðum. Men ongantíð sótu teir væl um sátt og skiltust síðan aftur úr felaginum. So visti eingin av, fyrr enn Jenis gjørdi ferð niður til Danmarkar til at stevna løgmanni. Ein dagin, sum kálgarðsbóndin stendur úti fyri durum, sær hann ein bæriligan reyðklæddan mann koma ríðandi oman á Krossjarðargarðar og spyr, um nakar veit, hvør maður hatta er. Tá varð honum aftursvarað, at tað var sjaldsamt, at hann skuldi ikki vita, at hatta var Jenis í Laðangarði, sum hevði verið niðri eitt heilt ár og nú var afturkomin. Ikki frættist tíðindi úr Laðangarði til Kálgarðs, tó at skamt var ímillum — so hatskir vóru teir hvør á annan, Laðangarðsbóndin og Kálgarðsbóndin. Stutt var umliðið, tá ið bræv kom til løgmans frá kongi, at hann skuldi búgva ferð sína niður til at verja seg fyri slíkum, sum honum var um kent. Men av tí at løgmaður var vorðin gamal og orkaði illa at ferðast, tók sonurin, Guttormur Andrasson, ferðina uppá seg.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901
Gilli | Sjúrður | Símun | Dagfinnur Halvdanarson | Haraldur Kálvsson | Roald | Jørundur Skógdrívsson | Tórmóður Sigurðsson | Andras Guttormsson | Guttormur Andrasson | Jógvan Heinason | Ísak Guttormsson | Pætur Jákupsson | Tummas Símunarson | Zakarias Tormóðsson | Jógvan Justinusson | Jógvan Poulsen | Balzer Jacobsen | Jógvan Poulsen | Jákup Jógvansson | Jóhan Hendrik Weyhe | Sámal Pætursson Lamhauge | Hans Jákupsson Debes | Thorkild Fjeldsted | Jacob Hveding | Johan Michael Lund | Jørgen Frantz Hammershaimb