Amerikanska grundlógin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Amerikanska grundlógin, sum kom í gildi í 1789, tryggjaði fólkinum og statunum stórt frælsi. Amerikanska grundlógin er hin elsta lógin av sínum slag í heiminum. Hon varð samtykt í 1788 og kom í gildi árið eftir. Lógin er ein karmur, ið annan vegin tryggjar øllum borgarum grundleggjandi rættindi, og hinvegin ein vernd móti órættvísari viðferð frá allari yvirvøld. Eftir at amerikanska grundlógin kom í gildi, eru nógv ískoyti skrivað. Fyrstu 10 ískoytini, Bill of Rights, vórðu løgd afturat grundlógini í 1791. Av hesum tíggju er fyrsta ískoytið um persónligt frælsi: trúarfrælsi, talufrælsi, pressufrælsi og frælsi at mótmæla.

Tað serliga við amerikansku grundlógini er, at hon er aldri broytt. Bara ískoyti eru komin afturat.