Jump to content

Amasoná

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Amasoná og áirnar, ið renna í hana, eins og mýrar og vøtn, eru ovurstórt ferskvatnsøki. Amasonáin er 6.439 km.

Amasoná er 2. longsta á í heiminum. Úr keldunum langt uppi í kavataktu Andesfjøllum í Perú rennur hon 6.439 km ígjøgnum Perú og Brasil og út í Atlantshav. Ósin er so breiður, at ikki sæst av øðrum áarbakka og yvirum á hin, og so nógv vatn rennur í havið, at sjógvurin er sum ósavatn einar 180 km úr landi. Úr Amasoná renna 773 milliardir litrar av vatni hvønn tíma út í Atlantshav.

Amasoná rennur úr Andesfjøllum í Perú og verður alsamt størri og breiðari, sum hon rennur eystur ígjøgnum Suðuramerika og út í Atlantshav. Longra helvtin á ánni rennur ígjøgnum Brasil, og hon er týdningarmesta flutningsleið í landinum. Stór skip sigla langt inn í landið, enntá til nýmótans býin Manaus, einar 1600 km. úr Atlantshavsstrondini. Á hvørjum ári fer áin upp um áarbakkarnar, og nógv móra, ið taðar væl, legst á markirnar.

Størstu regnskógirnir eru fram við Kongoá í Afrika og Amasoná í Suðuramerika. Meginparturin av regnskóginum er í Brasil, báðumegin Amasoná.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið