Allsvenskan 2017

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Allsvenskan
Sesong 2017
2016
2018

Allsvenskan 2017 er partur av 2017 fótbóltsárinum í svenskum fótbólti og er tann 93. sesongin av Allsvenskan, síðan deildin varð stovnað í 1924. Sesongin byrjar fyrsta vikuskifti í apríl 2017 og endar hin 5. november 2017.[1][2][3]

Lið[rætta | rætta wikitekst]

Tilsamans sekstan lið kappast í deildini, teirra millum eru trettan av liðunum frá undanfarnu sesong, tvey lið fluttu upp frá Superettan 2016 og eitt lið kom frá Allsvenskan play-off kampunum í 2016.

Gefle IF og Falkenbergs FF fluttu niður í Superettan eftir at fótbóltsárið 2016 var liðugt. Í staðin fluttu vinnarin og nummar tvey úr Superettan 2016 IK Sirius og AFC United upp í bestu deildina. IK Sirius er komið aftur í Allsvenskan eftir at hava spælt í lægri deildum í 42 ár, eftir at teir fluttu niður í 1974. Hetta er fjórða sesongin, at IK Sirius spælir í Allsvenskan. AFC United luttaka fyri fyrstu ferð í bestu deildini í søgu felagsins. Síðsta plássið verður tikið av play-off vinnaranum frá Allsvenskan 2016, Halmstads BK, ið endaði á triðjaplássið í Superettan í 2016, men vann play-off dystin.

Stadia and locations[rætta | rætta wikitekst]

Lið Býur Stadion Slag av grasi1 Stadion kapasitetur1
AFC Eskilstuna Eskilstuna Tunavallen Kunstgras 7,800
AIK Stockholm Friends Arena Náttúrligt 50,000
BK Häcken Gothenburg Bravida Arena Kunstgras 6,500
Djurgårdens IF Stockholm Tele2 Arena Kunstgras 30,000
GIF Sundsvall Sundsvall Norrporten Arena Kunstgras 7,700
Halmstads BK Halmstad Örjans Vall Náttúrligt 15,500
Hammarby IF Stockholm Tele2 Arena Kunstgras 30,000
IF Elfsborg Borås Borås Arena Kunstgras 16,899
IFK Göteborg Gothenburg Gamla Ullevi Natural 18,600
IFK Norrköping Norrköping Nya Parken Kunstgras 15,734
IK Sirius Uppsala Studenternas IP Náttúrligt 6,300
Jönköpings Södra IF Jönköping Stadsparksvallen Náttúrligt 5,500
Kalmar FF Kalmar Guldfågeln Arena Náttúrligt 12,000
Malmö FF Malmö Swedbank Stadion Náttúrligt 24,000
Örebro SK Örebro Behrn Arena Kunstgras 12,300
Östersunds FK Östersund Jämtkraft Arena Kunstgras 6,626
  • 1 According to each club information page at the Swedish Football Association website for Allsvenskan.[4]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]