Algoritma
Í støddfrøði og í teldufrøði er ein algoritma ein sjálvstøðug mongd av atgerðum (operatiónum), ið skulu avrikast stig fyri stig.
Ein algoritma er ein uppskrift til at loysa ein trupulleika á ein ávísan hátt, og sum útvegar eina loysn uttan mun til hvussu støðan hjá tí ávísa trupulleikanum sær út. Eitt dømi kundi verið ein neyv frágreiðing av, hvussu eitt kortspæl verður sorterað, uttan mun til hvussu kortini upprunaliga liggja.
Skiljing av kortum
[rætta | rætta wikitekst]Vit taka eitt dømi. Vit skulu vita hvussu eitt kortspæl verður skilt uttan mun til byrjunarstøðuna. Tað kundi verið gjørt soleiðis:
- Tak eitt tilvildarligt kort úr bunkanum.
- Far ígjøgnum bunkan. Øll sum eru hægri enn títt tilvildarliga útvalda kort, leggur tú í ein bunka til vinstru, og tey ið eru minni leggur tú í ein bunka til høgru.
- Legg títt tilvildarliga kort í vinstra bunkan.
- Um tað eru fleiri enn tvey kort í bunkunum, skalt tú endurtaka stig 1 til og við 3 fyri báðar bunkarnar. Syrg fyri at tá teir einstaku bunkarnir verða deildir sundur, verða báðir bunkarnir saman á somu síðu.
- Um tað eru tvey kort í bunkanum, legg so tað hægsta ovast og legg bunkan omaná tann bunkan, sum hann kom frá.
Hendan algoritman kallar seg sjálva, soleiðis at ein skal gera hana aftur og aftur við alsamt minni bunkum, inntil tað bert eru tvey kort eftir, sum verða løgd saman.
Søgan hjá algoritmuni
[rætta | rætta wikitekst]Gamla Grikkaland
[rætta | rætta wikitekst]Sjálvt um orðið hevur sín uppruna úr arabiskum, komu tær fyrstu algoritmurnar frá gamla Grikkalandi. Millum týdningarmestu dømini finnast m.a. sílan hjá Eratosthenes til at finna primtøl, ið varð umrødd í bókini Innførsla til talfrøði eftir Nikomachos[1] og euklidiska algoritman til at finna størsta felags býtistal hjá tveimum náttúruligum tølum úr Elementunum hjá Euklid.[2] Ein tann elsta algoritman, sum viðger reell tøl er Archimedesar algoritma til at nærkast π.[3]
Upprunin av orðinum
[rætta | rætta wikitekst]Algoritma kemur frá latínsku týðingini av eini bók, ið varð skrivað av al-Khwārizmī, ið var ein persiskur støddfrøðingur, stjørnufrøðingur og landafrøðingur. Al-Khwārizmī skrivaði eina bók við heitinum Um útrokningar av Hindiskum tølum uml. 825 e.Kr.f. , og var høvuðsorsøk fyri útbreiðsluna av tí indisku talskipanini ígjøgnum Miðeystur og Evropa. Hon var týdd til latín soljóðandi: Algoritmi de numero Indorum (á føroyskum: “Al-Khwarizmi um Hindisk tøl”). Heitið “algoritmi” í yvirskriftini av bókini gjørdist til heitið algoritma.[4]
Keldulisti
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Roger L. Cooke: The History of Mathematics: A Brief Course 2005.
- ↑ http://aleph0.clarku.edu/~djoyce/elements/bookVII/propVII2.html
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-03-10. https://web.archive.org/web/20150310133753/http://itech.fgcu.edu/faculty/clindsey/mhf4404/archimedes/archimedes.html. Heintað 2015-03-21.
- ↑ http://www-history.mcs.st-and.ac.uk/HistTopics/Arabic_numerals.html