Alessandro Del Piero

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Alessandro del Piero í búnanum hjá Juventus F.C.

Alessandro Del Piero (føddur 9. november 1974) er ein italskur World Cup-vinnandi fótbóltsleikari, sum í løtuni (2013) spælir við Sydney FC í A-League. Hann er nummar trý toppskorari í Serie A í Italia gjøgnum allar tíðir við 335 málum, næst eftir Giuseppe Meazza, 338 mál, og Silvio Piola, 364 mál. Hann spældi við Juventus F.C. í 19 ár (11 ár sum liðskipari) og eigur metið hjá felagnum fyri flest skotin mál (290) og fyri flest spældar dystir (705).

Del Piero hevur skorað í øllum kappingum, sum hann hevur luttikið í.[1]

Í 2000 var hann tann best betaldi fótbóltsspælarin í heiminum, tá hugt verður at løn, bonus og inntøkum fyri lýsingar.

Hann hevur spælt fýra FIFA World Cup og fýra UEFA European Football Championship við tí italska landsliðnum. Hann er á einum deildum fjórðaplássi (saman við Roberto Baggio) á tí italska landsliðnum á toppskoraralistanum, við 27 málum (næst eftir Silvio Piola við 30 málum, Giuseppe Meazza við 33 málum og Luigi Riva við 35 málum) í 91 landsdystum.

Í 2007 vann hann altjóða fótbóltsheiðurslønina Golden Foot, sum bert verður til givin til ein fótbóltsleikara einaferð í lívinum. Heiðurin verður latin einum aktivum fótbóltsleikara, sum er yvir 29 ár og hevur víst framúrskarandi úrslit bæði sum einstaklingur og sum liðspælari.

Lívsleið innan fótbólt - nøkur hagtøl[rætta | rætta wikitekst]

Samlað karriera[2]
Lið Minuttir spældir Mál Minuttir fyri hvørt mál
Padova 618 1 618
Juventus Primavera 390 2 195
Juventus 48363 290 166,77
Sydney FC 1958 14 139,86
Italia U-17 220 1 220
Italia U-18 977 12 133,17
Italia U-21 784 3 261,33
Landsliðið 5189 27 192,19
Í alt 58580 350 167,37
Professionel karriera í alt
Lið Dystir Mál Mál pr. dyst
Feløg 743 305 0,41
Italia U-21 12 3 0,25
Landsliðið 91 27 0,3
Í alt 846 335 0,4
Professionellar kappingar
Kapping Dystir Mál
Serie A 478 188
Serie B 49 21
Coppa Italia 56 25
Supercoppa Italiana 6 3
A-League 24 14
Intercontinental Cup 1 1
UEFA Champions League 92 44
UEFA Cup 32 6
UEFA Super Cup 2 2
UEFA Intertoto Cup 3 1
FIFA World Cup 12 2
FIFA World Cup qualification 14 6
UEFA European Football Championship 13 1
UEFA European Football Championship qualification 19 8
UEFA Under-21 European Championship 8 1
Tournoi de France 2 3

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Tuttosport.com Archived 2014-02-02 at the Wayback Machine (á italskum)
  2. http://en.alessandrodelpiero.com/profile/my-number.html