Alan Rickman

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Alan Rickman
Alan Rickman cropped and retouched.jpg
Alan Rickman í november 2011
Fødd(ur) Alan Sidney Patrick Rickman
(1946-02-21)21. februar 1946
Acton, London, England
Andaðist 14. januar 2016(2016-01-14) (aldur 69)
London, England
Deyðsorsøk
Krabbi í brisi
Starv Sjónleikari, Leikstjóri
Virkin ár 1978–2016
Hjúnafelagi(ar) Rima Horton (g. 2012; deyða sín 2016)

Alan Sidney Patrick Rickman (21. februar 1946 – 14. januar 2016) var ein enskur sjónleikari og leikstjóri. Hann er kendur fyri at hava leikt ymsar leiklutir á palli og filmi, tá mest sum andstøðumaður ella "fíggindi". Alan las í The Royal Academy of Dramatic Art í London, og var limur í Royal Shakespeare Company, har hann framførdi í modernaðum og klassiskum leikum á palli. Fyrsti sjónvarpsleikluturin kom í 1982, men gjøgnumbrot hansara var leikluturin sum Vicomte de Valmont í pallleikinum Les Liasons Dangereuses 1985, har hann bleiv tilnevndur til eina Tony-virðisløn. Alan gjørdist síðani heimskendur fyri leiklutir sínar, sum alíkavist Hans Gruber í Die Hard og Severus Snape í Harry Potter filmsrøðini.

Aðrir kendir leiklutir eru: Sheriffurin av Nottingham í Robin Hood: Prince of Theives, har hann varð tilnevndur til eina BAFTA-virðisløn sum besti sjónleikari í eykaleikluti, Jamie í Truly, Madly, Deeply, Colonel Brandon í Sense and Sensebility, høvuðsleikluturin í Rasputin: Dark Servant of Destiny, har hann vann eina Golden Globe-virðisløn, Emmy-virðisløn og eina Screen Actors Guild-virðisløn, Harry í Love Actually, Alexander Dane í Galaxy Quest og Jugde Turpin í sangleikinum Sweeney Todd: The Demon Barber of Fleet Street.

Alan Rickman doyði av krabba í brisi tann 14. januar 2016. Hann gjørdist 69 ára gamal. Síðsti filmsleiklutur hansara gjørdist Absolem í Alice Through the Looking Glass í kemur út í mai 2016.

Filmografi[rætta | rætta wikitekst]

Ár Heiti Leiklurur Notur
1978 Romeo and Juliet Tybalt BBC Television Shakespeare
1980 Thérèse Raquin Vidal BBC serial
1980 Shelley Clive Episode No. 1.7
1982 Busted Simon BBC TV filmur
1982 Smiley's People Mr Brownlow Episode No. 1.2
1982 Barchester Chronicles, TheThe Barchester Chronicles The Revd Obadiah Slope BBC serial
1985 Summer Season Croop BBC TV series
1985 Girls on Top Dimitri / Voice of RADA CIT TV series
1988 Die Hard Hans Gruber
1989 Revolutionary Witness Jacques Roux BBC TV short
1989 January Man, TheThe January Man Ed, the painter
1989 Screenplay Israel Yates BBC TV series
1990 Quigley Down Under Elliot Marston
1991 Truly, Madly, Deeply Jamie
1991 Robin Hood: Prince of Thieves Sheriff of Nottingham
1991 Close My Eyes Sinclair Bryant
1991 Closet Land The Interrogator
1992 Bob Roberts Lukas Hart III
1993 Fallen Angels Dwight Billings TV series
1994 Mesmer Franz Mesmer
1995 Awfully Big Adventure, AnAn Awfully Big Adventure P.L. O'Hara
1995 Sense and Sensibility Colonel Brandon
1996 Rasputin: Dark Servant of Destiny Grigori Rasputin
1996 Michael Collins Éamon de Valera
1996 Castle Ghosts of Ireland Tyde Dokumentar
1997 Winter Guest, TheThe Winter Guest Man in street (uncredited) Leikstýrdi ig var við til at skriva filmin
1998 Judas Kiss Detective David Friedman
1998 Dark Harbor David Weinberg
1999 Dogma The Metatron
1999 Galaxy Quest Alexander Dane/Dr Lazarus
2000 Help! I'm a Fish Joe (voice)
2001 Play Man
2001 Blow Dry Phil Allen
2001 Land of the Mammoth Cro Magnon hunter Dokumentar
2001 Search for John Gissing, TheThe Search for John Gissing John Gissing
2001 Harry Potter and the Philosopher's Stone Severus Snape Eisini útgivin sum Harry Potter and the Sorcerer's Stone
2002 Harry Potter and the Chamber of Secrets Severus Snape
2002 King of the Hill King Philip (voice) Partur: "Joust Like a Woman"
2003 Love Actually Harry
2004 Something the Lord Made Dr Alfred Blalock
2004 Harry Potter and the Prisoner of Azkaban Severus Snape
2005 Harry Potter and the Goblet of Fire Severus Snape
2005 Hitchhiker's Guide to the Galaxy, TheThe Hitchhiker's Guide to the Galaxy Marvin the Paranoid Android (voice)
2006 Perfume: The Story of a Murderer Antoine Richis
2006 Snow Cake Alex Hughes
2007 Nobel Son Eli Michaelson
2007 Harry Potter and the Order of the Phoenix Severus Snape
2007 Sweeney Todd: The Demon Barber of Fleet Street Judge Turpin
2008 Bottle Shock Steven Spurrier
2009 Harry Potter and the Half-Blood Prince Severus Snape
2010 Alice in Wonderland Absolem the Caterpillar (voice)
2010 Harry Potter and the Deathly Hallows – Part 1 Severus Snape
2010 Wildest Dream, TheThe Wildest Dream Noel Odell (voice) National Geographic Dokumentar
2010 Song of Lunch, TheThe Song of Lunch He BBC Drama Production[1]
2011 Harry Potter and the Deathly Hallows – Part 2 Severus Snape
2011 The Boy in the Bubble Narrator Animeraður stuttfilmur
2011 Back at the Barnyard General Alien Partur: "Aliens"
2012 Gambit Lord Shahbandar
2013 The Butler Ronald Reagan
2013 A Promise Karl Hoffmeister
2013 CBGB Hilly Kristal
2013 Dust Todd
2015 A Little Chaos King Louis XIV Leikstýrdi og var við til at skriva filmin
2015 Eye in the Sky Lieutenant General Frank Benson Útgávudagur: 8 April 2016[2]
2016 Alice Through the Looking Glass Absolem the Caterpillar (voice) Útgávudagur: 27 May 2016[2]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]