Jump to content

Al-Qaeda

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Al-Kaida)

Al-Qaedaarábiskum القاعدة‎), á føroyskum ofta nevndur Al-Kaida, er ein islamskur bólkur av yvirgangsfólkum, sum hevur tað uppgávu at fremja álop á lond sum USA og Bretland. Tað er eitt álvarssamt bakkast fyri yvirgangsfelagsskapin Al-Qaeda og tær víðgongdu islamistisku rørslurnar sum heild, at Osama bin Laden er deyður. Osama bin Laden hevur havt eina sera sterka støðu sum tann stóra fyrimyndin hjá Al-Qaeda, so hetta er eitt sera stórt bakkast fyri felagsskapin. Samstundis er hetta ein stórur sigur fyri stjórnina hjá Barack Obama (D) og Amerika.

Næstovasti í felagskapinum er 59 ára gamli, Ayman al-Zawahiri úr Egyptalandi, men hann er ikki so væl skorin fyri tungubandið sum bin Laden. Ayman al-Zawahiri er lækni, men hann hevur vígt lív sítt til islamska læru og jihad. Hildið verður, at tað var hann, sum legði álopið á USA 11. september 2001 til rættis. Roknað verður við, at Ayman al-Zawahiri verður ovasti í Al-Qaeda, í øllum førum eitt skifti, men felagskapurin verður noyddur at finna sær ein nýggjan leiðara í yngra ættarliðinum. Hildið verður, at hann krógvar seg á markinum millum Pakistan og Afghanistan. Annars fer felagskapurin at hava ilt við at finna nýggjar limir.

Islamska trúgvin og muslimar verða oftani sæddir sum terroristar, tí at yvirgangsbólkurin Al-Qaeda eru eins og tey muslimar, og teir seta ringt ljós á allan muslimska heimin.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið