Akureyri
Akureyri (ella Akuroyri á føroyskum) er ein býur og kommuna í Íslandi. Har búgva umleið 17.500 fólk. Kommunan er fjórðstørst í Íslandi, næst eftir Reykjavík, Hafnarfirði og Kópavogi). Býurin við upplandi er næststørst í landinum, næst eftir Reykjavíkarøkinum. Akureyri liggur væl fyri inni í einum djúpum firði. Veðurlagið har sigst vera nógv betri enn aðra staðni í Íslandi, og av tí hava bæði trø og blómur nógv betri liviumstøður har. Havnin á Akureyri er sera týdningarmikil, og har koma øll sløg av skipum árið runt.
Útferðarmøguleikar á Akureyri eru stak góðir. Har verður skipað fyri nógvum útferðum fyri ferðafólki, men í býnum eru eisini nógv støð, sum eru verd eina vitjan. Til dømis Matthias Jochumsson kirkja, hon er ógvuliga vøkur, og hevur tvey torn. Sigurhæðir, sum er forn-minnissavn Matthias Jochumssons, sum livdi frá 1835 – 1920, og sum yrkti tann íslendska tjóðsangin. Náttúrufræðistofnum Norðurlands, har allir fuglar og allar plantur, sum eru í Íslandi eru at síggja. Lystigarðurin, sum er vakrasta lund í Íslandi, og sum hevur allan tann íslendska vøksturin at vísa. Hatta vóru bert nøkur, men fleiri onnur merkisverd støð eru eisini.