Adventist Development and Relief Agency
Appearance
Adventist Development and Relief Agency (stytt ADRA) hevur gjøgnum tíðina ment seg, og virkar í dag sum sjálvstøðugur felagsskapur - skilt frá Adventistakirkjuni. Endamálið hjá ADRA er at arbeiða við menningar- og neyðhjálp til tess at stuðla menniskjum í neyð, óansæð húðalit, kyn, og hvat tilknýti tey hava til politikk ella religión. Adventistakirkjan byrjaði at arbeiða við neyðhjálp stutt eftir Fyrsta heimsbardaga og setti á stovn SAWS (Seventh Day Adventist World Service).