Jump to content

Knút Olsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 6. okt 2023 kl. 00:43 av InternetArchiveBot (kjak | íkøst) (Rescuing 1 sources and tagging 0 as dead.) #IABot (v2.0.9.5)
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)

Knút Olsen (føddur í Sandavági 20. november 1945) er ein føroyskur tónasmiður, tónleikari, organistur[1] og lærari. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1969 og hevur verið lærari í Hvalvík, Leirvík, Tjørnuvík og í Tórshavnar kommunuskúla. Hann hevur fingist nógv við tónleik og er framvegis virkin bæði sum tónasmiður og tónleikari. Meðan Jógvan Waagstein og Hans Jacob Højgaard áttu mesta partin av føroysku løgunum, sum vóru skrivað í fyrra helmingi av 20. øld, eigur Knút bróðurpartin av tí, sum skrivað er seinastu 30 - 40 árini. Harvið kann sigast, at Knút í tónleikasøguligum høpi hevur útfylt eitt tónleikaligt tómrúm, sum var í føroyskum sangi frá miðskeiðis i sjeytiárunum. Sjálvt um stílurin hjá Knúti er siðbundin, og fyrimyndinar eru at finna í skandinaviskari, serliga danskari lagaskriving, so hevur tónasmiðurin skapað sín heilt egna stíl, sum han varðveitir í nærum øllum sínum løgum. Umframt at skriva løg til meira verðsligar tekstir hevur Knút eisini skrivað hópin av sálmaløgum. Fleiri av teimum eru vorðin fastur partur av føroyskum sálmasangi. Knút hevur eisini skrivað nógv løg til barnasangir, og í 1998 fekk hann Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs. Tá segði nevndin soleiðis: "Knút Olsen hevur í verki sýnt gott oyra og listarligt snildi at gera løg til føroyskar barnarímur og yrkingar. Løgini rigga væl til tekstin og fáa fram sangfýsni barnanna".[2] Knút er faðir Jensinu Olsen og Annu Mariu Olsen, ið báðar eisini fáast við tónleik og eru songkvinnur.

Tónaskaldi, Kári Bæk, hevur lýst løgini hjá Knút Olsen soleiðis:

"Tey eru leikandi løtt, ljós og so einføld, at tað er sum at tú altíð hevur kent tey. Løgini hjá Knút Olsen eru lívsjáttandi. Tú kanst ikki hugsa tær, at nøkur onnur løg hóska betri til hesar yrkingar. Og tað er ikki einfalt at gera slík løg!"[3]

Egnar útgávur

[rætta | rætta wikitekst]

Eigur nøkur løg á hesum útgávum

[rætta | rætta wikitekst]
  • 2014 - Sálareygað, Anna Maria Olsen syngur 12 sálmar á føroyskum, Knút Olsen eigur fleiri av løgunum.

Hevur gjørt løg til sálmar og sangir

[rætta | rætta wikitekst]
  • Á barnaárum ungu
  • Algóði Gud, tú ver mær hjá
  • Ei størri undur hevur heimur skoðað
  • Ein kvinna, ið var havd á mongum munni
  • Enniberg
  • Føroya fólk
  • Føroyar mín móðir
  • Heimferð
  • Hoyr gleðiboðskap tann, sum hægstur er
  • Hví ert tú, sál mín
  • Hví liva vit várt lív á foldum?
  • Hvør tann, ið trýr, tá ið hann hoyrir orðið
  • Hvør vakurt er ikki sólarris
  • Í henda halga Harrans sal
  • Í tólv ár blóðsjúk kvinna
  • Í Trøðum á Sandi
  • Jesus mildi, vís títt vald
  • Jólaklokkan aftur ringir
  • Juni
  • Kristus sum reisti sítt ríki á jørð
  • Lívið alt skiftir sum veður og vindur
  • Liðin eru barnaár
  • Mítt fagra land
  • Mær leingist at fevna teg grønkandi vár
  • Nú komin er til handa
  • Nú strýkur vár um heimlandsvøll
  • O, veldis Gud, eg undrandi má skoða
  • Regn
  • Sandavágur, heimbygd mín
  • So mangan eg síggi, at bylgjurnar bróta
  • Sólin skínur á bláan sjógv
  • Sum snarljós bjart í eystri skín
  • Summar
  • Tey bóru børn til Jesus
  • Til tín eg leiti, loysnari mín góði
  • Tjaldur, ver vælkomið til okkum heim
  • Tú gakk tær fram við ánni
  • Tú heimsins ljós, Guds sólin skær Tú, Gud, ert mikil, annað alt er smátt
  • Tú, Jesus, ert vegur til himmalsins heim
  • Vár
  • Ver tú, Gud Faðir, Faðir mín
  • Ævig, dýrmett, hægsta vera [4]
  1. listinblog.blogspot.com
  2. "tutl.com - Mai-mynd løg eftir Knút Olsen - Tarira & Mpiri". http://www.tutl.com/shop/index.php?productID=522. Heintað 2014-10-09. 
  3. listinblog.blogspot.com
  4. sangtekstir.com