Jump to content

Renesansan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 4. jan 2022 kl. 06:03 av EmausBot (kjak | íkøst) (Bot: Migrating 1 interwiki links, now provided by Wikidata on d:Q4692)
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)

Renesansan, eisini nevnd Endurreisnin, er heiti á mentanarligum ráki í Evropa í tíðarskeiðnum umleið 1400 til umleið 1600. Orðið renesansa kemur umvegis franskt av latínsku orðunum re, sum merkir aftur og nascere, sum merkir at føðast; renesansa merkir sostatt at endurføðast. Í hesum liggur, at renesansan tekur ta klassisku mentanina, forngrikska og fornromverska mentan, fram aftur. Renesansan endurtekur ikki bara tað klassiska, men nýtir tað og arbeiðir víðari við tí.

Í hesum tíðarskeiði verður evropeiski sjónarringurin víðkaður. Krossferðirnar hava verið eini 200 ár frammanundan, og við teimum øktist kunnleikin til jødiska og arabiska mentan. Tað gav íblástur til at leita eftir fornum handritum, og fleiri handrit eftir klassisku høvundarnar komu undan kavi - summi í klosturbókasøvnum og onnur umvegis jødisku ella arabisku mentanirnar. Í 1492 varð Amerika funnið og ein nýggjur heimur letur seg upp. At Johan Gutenberg uppfann prentlistina umleið 1450 gav samstundis heilt nýggjar møguleikar at spjaða vitan og kunnleika.

Tað er ilt at siga, nær renesansan sum tíðarskeið endar, men í hvussu er umleið 1700 hevur eitt annað rák, upplýsingartíðin, tikið yvir.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið