Jump to content

Bjarni Niclasen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 23. jul 2013 kl. 15:36 av EileenSanda (kjak | íkøst)
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)

Bjarni Niclasen (2. mai 1919 í Kunoy - 12. juli 1980), læraraskúlalærari á Føroya Læraraskúla. Komin til mans var hann fiskimaður eitt skifti, fór so á Føroya Læraraskúla og tók prógv har í 1946. Eitt skifti var hann lærari ymsastaðni í Danmark, flutti so heim aftur til Føroya í 1956 og gjørdist lærari við Tórshavnar millum- og realskúla. Í 1962 gjørdist hann lærari, á Føroya Læraraskúla, og her starvaðist hann, til hann vegna sjúku legði arbeiðið frá sær miðskeiðis í sjútiárunum. Hann doyði í 1980.

Niclasen var virkin skúlabókahøvundur, sum skrivaði lærubøkurnar "Rúmdin", 1961, "Evnafrøði", 1963, og "Alisfrøði 1-3" 1979-1982. Umframt legði hann úr hondum mikið týðaraverk. Fornsøgur høvdu hansara stóra áhuga, og hann flutti yvir á føroyskt "Heimskringlu", ið kom í trimum bindum 1961-1964, "Laksdøla søgu", 1965, og "Njáls søgu", 1966: har umframt týddi hann víkingaskaldsøguna "Ormur Reyði 1-2", 1978-1980, og gitnu skaldsøgu William Heinesens "Den sorte gryde", sum á føroyskum fekk heitið "Í Sortanum", 1975.

Heiðurslønir

[rætta | rætta wikitekst]