Jump to content

Đắk Lắk

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Emblemi.
Lăk vatnið er nærindis bygdina Buôn Jun

Đắk Lắk er ein landlutur í Vjetnam. Navnið verður eisini stavað Đắc Lắc. Đắk Lắk liggur í landslutinum Tây Nguyên (merkir Vestara Hálendi, á enskum kent undir navninum Central Highlands). Har búgva nógv fólk ið eru av upprunafólkinum í landinum, tey hoyra ikki til tann etniska bólkin av vjetnamesarum (Việt). Fólkatalið í landslutinum var 1.733.100 við fólkateljingini í 2009. Landsluturin fevnir um eitt øki á 13.062 km2 og liggur umleið 600 metrar omanfyri havið.

Fyrisiting

[rætta | rætta wikitekst]

Politiskt verður Đắk Lắk landsluturin býttur sundur í trettan smærri eindir, ið kunnu samanberast við sóknir:

Ein býur er eisini ein sókn í landslutinum Đắk Lắk:

Høvuðsstaðurin í Đắk Lắk landslutinum, Buôn Ma Thuột, er ein sjálvstøðug kommuna.

Økið ið nú verður nevnt Đắk Lắk varð upprunaliga ein partur av Champa kongsríkinum. Champa var eitt kongsríki frá umleið 7. øld til 1832. Đắk Lắk landsluturin kom undir Vjetnamesiskt stýri í 15. øld. Tá ið økið kom undir franskt harradømi, plantaðu fraklendingar nógvar plantasjur í økinum. Mótstøðan móti fraklendingum var stór í Đắk Lắk og fleiri uppreistrar vóru. Seinni gjørdist Đắk Lắk partur av Suðurvjetnam, og Vjetnamkríggið fór eisini fram í Đắk Lắk.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið