Øskudagur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Øskudagur er mikudagurin eftir føstuinngang, t.e. 46 dagar undan páskum. Øskudagur eins og aðrir dagar knýttir at páskunum er ikki fastan dag í mánaðinum, men flytir við páskunum. Oftast er øskudagur í seinnu helvt av februar; hann kann vera millum uml. 6. februar og 7. mars. Við øskudegi byrjar álvarsemið í føstuni eftir skemtið í sambandi við føstuinngangin, eisini kallað fastalávint. Eftir gomlum siði verður dansað á fastalavint, føstuinngangi, men frá øskudegi til páska verður ikki dansað.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið