Ítróttarhøllin í Trongisvági
Ítróttarhøllin í Trongisvági varð bygd fyrst í 1980'unum. Høllin er ikki bara ein ítróttarhøll, har er eisini skúli og kantina og stórt felagshøli umframt stórur gangur. Í kjallaranum er barnagarður og frítíðarskúli. Síðan høllin varð tikin í brúk hevur hon verið brúkt til nógvan ymiskan innandura ítrótt t.d. flogbólt, borðtennis, fimleik, hondbólt og innandura fótbólt. Ítróttarhøllin verður eisini brúkt til onnur endamál enn ítrótt, eitt nú til almennir fundir, undirhald vm., sum krevja stór hølir, t.d. valfundir, dans, konsertir, sølustevnur, famijutiltøk, barnatiltøk, sirkus og mangt annað. Ítróttarhøllin er onkuntíð karmur um bilaframsýningar[1] og sølustevnur.
Kampingpláss
[rætta | rætta wikitekst]Parkeringsøkið sunnanfyri Ítróttarhøllina í Trongisvági er eisini kampingpláss.[2]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Sportal.fo
- ↑ "Visitsururoy.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-08-07. https://web.archive.org/web/20160807104329/http://visitsuduroy.fo/uk/index.asp?pID=%7B02F39E04-B220-4FDB-9F36-CEB69B359E3C%7D. Heintað 2010-10-18.
Útvortis ávísingar
[rætta | rætta wikitekst]- TBF.fo Archived 2010-01-29 at the Wayback Machine, Tvøroyrar Borðtennisfelag
- TBFlogbóltur.com Archived 2011-02-01 at the Wayback Machine
- TB.fo Archived 2010-07-15 at the Wayback Machine