Íslandsgás
Appearance
Íslandsgás | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Íslandsgás ella svalbarðsgás (frøðiheiti - Anser brachyrhynchus) líkist korngás og grágás á liti, men er góðan mun minni. Nevið er stutt, svart í innara helmingi, reytt í ytra. Føturnir eru reyðir. Tær eiga í ómetiligum meingi norðuri á Svalbarði og helst longur norðuri við. Um veturin eru tær í óføra stórum flokkum í Skotlandi og Onglandi, so varnar, at tað er ikki meir enn hending at sleppa teimum nær. Sera sjáldan vitast korngás ella svalbarðsgás at vera sæddar í Føroyum. Ivaleyst eru tær tó ikki so heilt sjáldsamar. Flestallir menn kenna tær ikki frá grágás, sjálvt um teir hava tær í hondini; og sjálvt teir fuglakønu kunna ikki kenna tær, uttan teir koma teimum nøkulunda nær.
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.