Édith Piaf

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Édith Piaf

Edith Piaf, fødd Édith Giovanna Gassion, (19. desember 191510. oktober 1963) var ein av best umtóktu songkvinnum Fraklands.

Hon var kend undir navninum "La Môme Piaf" ("Spurvurin"). Hon var ein fronsk varieté- og konsertsongkvinna. Mong minnast hana fyri fleiri franskir evergreens sum La Vie en rose, Non, je ne regrette rien, Hymne à l'amour, Mon légionnaire og Milord. Hon var ein persónligheit út yvir tað vanliga, hon gav íblástur til nógvar sangskrivarar, var mentor fyri fleiri ung listafólk og var altjóða viðurkend, hóast hon hevði sálarligir trupulleikar. Édith Piaf var eisini sjónleikarinna bæði í sjónleikarhúsum og á filmi.

Hon var gift tvær ferðir, fyrst við Jacques Pills 1952-57 og síðan við Théo Sarapo frá 1962.

Kendastu sangir hennara[rætta | rætta wikitekst]

  • 1937 : Mon légionnaire, tekst af Raymond Asso og tónleikur av Marguerite Monnot
  • 1940 : L'Accordéoniste, tekstur og tónleikur eftir Michel Emer
  • 1946 : Les Trois Cloches við Les Compagnons de la chanson, tekstur og tónleikur eftir Jean Villard Gilles
  • 1946 : La Vie en rose, tekst af Edith Piaf, musik af Louiguy og Marguerite Monnot (ikki krediterað)
  • 1947 : Une chanson à trois temps, tekstur og tónleikur eftir Anna Marly
  • 1950 : Hymne à l'amour, tekstur: Edith Piaf tónleikur: Marguerite Monnot
  • 1951 : Padam... Padam..., tekstur: Henri Contet og tónleikur: Norbert Glanzberg
  • 1954 : Sous le ciel de Paris, tekstur: Jean Dréjac, tónleikur: Hubert Giraud, frá filminum Sous le ciel de Paris av Julien Duvivier
  • 1956 : L'Homme à la moto, týtt hevur Jean Dréjac (upprunaliga: Black Denim Trousers And Motorcycle Boots av Jerry Leiber & Mike Stoller)
  • 1956 : Les Amants d'un jour, tekstur: Claude Delécluse og Michelle Senlis, tónleikur: Marguerite Monnot
  • 1957 : La Foule, tekstur: Michel Rivgauche, sang frítt eftir Que nadie sepa mi sufrir (eisini við heitinum: Amor de mis Amores), uppruna tónleikur: Ángel Cabral og upprunatekstur: Enrique Dizeo.
  • 1958 : Mon manège à moi, tekstur: Jean Constantin, tónleikur: Norbert Glanzberg
  • 1959 : Milord, tekstur: Georges Moustaki, tónleikur: Marguerite Monnot
  • 1960 : Non, je ne regrette rien, tekstur: Michel Vaucaire, tónleikur: Charles Dumont
  • 1960 : Mon Dieu, tekstur: Michel Vaucaire, tónleikur: Charles Dumont
  • 1962 : À quoi ça sert l'amour, tekstur og tónleikur: Michel Emer

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið