Á, um vit
Appearance
Á um vit er ein sangur, ið Frændur útgav í 1986 á Frændur II útgávuni.
Á, um vit eru í góðum lag á, um vit verða í betri lag tankarnir liva um órætt og hungur men hvør hevur megi at broyta um tað
Á, um vit eru í ringum lag á, um vit gerast í verri lag hvar eru vinir sum stimbra og eggja og hvør fer at hugsa um onnur enn seg
Á, um vit eru so líkaglað á, um vit ganga í sama lag ferðast í flokkum, men spjødd innaní er hetta lív sum ein meining er í
í hesum heimi sum bløðir av neyð men krútið í vápnum gerst ongantíð breyð
Lat okkum royna í frægasta lag at fylkjast og mennast hvønn tann einasta dag so lætta vit skýggjum og birta ta vón at aftur skal hómast ein vakrari sjón
har blómurnar grógva og børnini spæla úr okkara hjørtum skal kærleikin næla