Jump to content

Amin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Ein amin er felagsheiti fyri ein funktionellan bólk og eitt lívrunnið mýl ið hevur hendan bólkin í sær. Aminir eru uppbygtar sum eitt ammoniakmýl við einum ella fleiri av teimum trimum hydrogen atomunum skiftum út við aðrar bólkar. Aminir verða nevndar við endingini -amin um talan er um einfald, smá mýl. Aminbólkurin kann eisini nevnast í heitinum við amino-.

Aminir verða deildar í tríggjar bólkar:

  • Primer amin: Nitrogenatomið hevur tvey hydrogenatomir til nábúgvar.
  • Sekunder amin: Nitrogenatomið hevur eitt hydrogenatom til nábúgva.
  • Tertier amin: Nitrogenatomið hevur onki hydrogen til nábúgva.

Dømi um nakrar aminir:

Aminir

Aminir eru sera útbreiddar. Dømi um nøkur evni ið innihalda aminbólkar:

Framleiðsla

[rætta | rætta wikitekst]

Aminir kunnu framleiðast soleiðis:

  • Reduktión av nitril gevur eina primera amin
  • Reduktión av amid gevur eina primera, sekundera ella tertiera amin
  • Reduktiv amination av aldehyd ella keton gevur eina primera, sekundera ella tertiera amin
  • Reduktion av nitrobólki gevur eina primera amin
  • Reduktion av imin gevur eina primera ella sekundera amin
  • Reduktion av azid gevur eina primera amin

Reaktiónir

[rætta | rætta wikitekst]

Tvey tey týdningarmiklastu sløgini av reaktiónum aminir luttaka í eru:

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið