Amfetamin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Amfetamin.

Amfetamin verður eisini rópt speed. Tað er eitt hvítt pulvur, sum ofta er ógvuliga krystalliserað. Pulvurið fæst eisini sum tablettir ella í hylkjum. Amfetamin verður oftast sniffað, men tað kann eisini koyrast í munnin ella sproytast inn í æðrar. Verður tað sproytað inn, virkar tað eftir fáum sekundum, verður tað sniffað, virkar tað eftir nøkrum minuttum, og svølgir tú tað, tekur tað einar 20 minuttir, áðrenn tað virkar. Ávirkanin varir upp ímóti 4 tímum.

Tekur tú amfetamin, verður tú í góðum lag, fært eina kenslu av gleði og varhugan av at kunna klára alt. Samtíðis verður tú rastleysur, sjálvsøkin og prátingarsomsamur. Amfetamin køvir ávaringartekin frá kroppinum um til dømis pínu ella møði. Kroppurin er tískil ikki førur fyri at boða frá, hóast hann er útlúgvaður, og tú kanst tí smella um av møði. Ímeðan tú ert rúsaður og aftaná, sveittar tú nógv og verður tystur. Tú kanst eisini fáa ilt í kroppin, fáa ov høgt blóðtrýst og sálarliga kanst tú verða ágangandi ella mótleysur. Við javnari nýtslu ella yvirdosis ert tú í vanda fyri at fáa hjartasteðg og doyggja, tí amfetamin fær æðrarnar at taka seg saman og hjartað slær seinri.