Yvirgangsatsókn í Beslan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Beslan school no 1 victim photos.jpg

Fyrsta september í 2004 løgðu einir 30 vápnaðir kekenskir yvirgangsmenn á skúlan í Beslan í Norðurossetia og tóku næstan 1.200 børn, foreldur og lærarar gíslar. Í tríggjar dagar hildu teir gíslarnar inni í brennandi heitu fimleikarhøllini, har tey hvørki sluppu at eta, drekka ella fara á ves. Russiska løgreglan og servandar herdeildir kringsettu skúlan og vanlukkan endaði við, at 331 fólk lótu lív. Beslan var eitt serligt dømi um ein "nýggjan heim", har yvirgangsmenn ikki fíra fyri at brúka børn sum offur í teirra markleysa kríggi.