Warwick Davis

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Davis í 2010

Warwick Ashley Davis (føddur 3. februar, 1970) er ein enskur sjónleikari. Hann spældi høvuðsleiklutin í Willow og Leprechaun, og so spældi hann Ewok Wicket í Return of the Jedi og professaran Filius Flitwick og Griphook í Harry Potter filmunum.

Privatlív[rætta | rætta wikitekst]

Warwick Davis hevur dvørgavøkstur, hann er føddur við sjúkuni spondyloepiphyseal dysplasia congenita (SED). Hann er giftur við Samanthu (fødd 1971), ið hevur achondroplastia, ið er tað slagið ið umleið 70% av øllum dvørgum hava. Tey búgva í Yaxley, nærindis Peterborough, Cambridgeshire. Tey hava fingð fýra børn, harav tvey eru á lívi: dótturin Annabelle og sonurin Harrison, bæði hava SED. Tveir teir fyrstu synirnir doyðu stutt eftir føðing orsakað av einari deyðiligari kombinatión av dvørgvøkstrinum hjá báðum foreldrunum. Samantha er dóttir Peter Burroughs, ið er sjónleikari og stjóri á fyritøkuni Willow Management, og systir Hayley Burroughs, ið er sjónleikarinna.

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið