Harry Potter
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Harry Potter eitur ein røð av sveimbókmentum, sum bretski rithøvundin J.K. Rowling skrivar. Tær snúgva seg um tannáringin Harry Potter, sum dugir at ganda. Tær ganga mest fyri seg á Galtvortskúlanum fyri gandakynstur og galdralist, sum er ein skúli fyri ungar gandakallar og ungar heksir. Tær eru mest um bardagan millum Harry og tann ónda gandakallin Voldemort, sum drap foreldrini hjá Harry sum lið í ætlanini at yvirtaka gandaheimin. Fimm tær fyrstu bøkurnar eru gjørdar til film, og restin skal blíva til film. Bøkurnar um Harry Potter hava fingið status sum ongar aðrar barnabøkur, fleiri enn 300 miljónir eintøk seld.

