Viktoriavatn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tað størsta vatnið í Afrika eitur Viktoriuvatn.

Viktoriuvatn (eisini rópt 'Nnalubaale, Nam Lolwe ella Nyanza; enskt: Lake Victoria) er størsta vatnið í Afrika. Vatnið liggur millum londini Uganda, Kenja og Tansania, uml. 1134 metrar yvir havfløtuni. Tað er í mesta lagi 359 km langt, 337 km breitt og vatnið er 59,947 ferkilometrar til víddar. Dýpið er í miðal um 40 metrar, men fer niður á 81 metra dýpi har tað er djúpast.

Størsti partur av norðara helmingini liggur í Uganda, meðan ein smáur partur við landnyrðingsstrondina er undir Kenja. Sunnari helmingurin av vatni liggur yvirhøvur í Tansania.

Frárenslið er í norðara enda og eitur Hvíta Nílá ella Viktoria Nilá. Vatnið haðani rennur gjøgnum Nilá út í Miðjarðarhav. Nógvur fisk­ur er í Viktoriuvatni. Tað hevur eisini stóran týdning sum farleið millum londini Kenja, Uganda og Tansania.

Fyri at fáa meira burtur úr fiskivinnuni varð eitt nýtt fiskaslag slept út í Viktoriuvatn í 1950-árunum. Tað var nil-áburran, sum ikki hevði verið í vatninum áður. Nil-áburran treivst væl, og nógv meira varð nú fiskað. Men seinni vísti tað seg, at nógv onnur fiskasløg minkaðu í staðin. Hetta vóru fiskasløg, sum fiskimenninir, ið búðu fram við vatninum, fiskaðu við smáum útróðrarbátum. Í staðin komu stór fiskiskip langvegis frá at fiska nil-áburruna.

Í Viktoriuvatni trívist ein vatnplanta, ein hýasint, sum helst er komin úr einum urtagarðshyli. Hesin vøksturin flýtur omaná og fjalir stórar partar av vatninum. Tað ger, at bátar illa fáa siglt. Men nú er eitt skordýraslag sett út, sum etur hesa vatnplantuna, og tí er ikki so nógvur ampi av henni longur.

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 1°4′0″S 32°52′0″E / 1.06667°S 32.86667°E / -1.06667; 32.86667

Keldur[rætta | rætta wikitekst]