Viktor Jusjtjenko
Viktor Andrijovitj Jusjtjenko (føddur 23. februar í 1954) (á russiskum: Віктор Андрійович Ющенко) hevur verið forseti í Ukreina síðan hann vann umvalið í kjalarvørrinum á rósukollveltingini á heysti 2004. Síðan tá hava veljararnir vent honum bakið, og hann fekk bara 5,5 pst. av atkvøðunum á forsetavalinum 2010. Flestu atkvøðurnar fingu andstøðuleiðarin Viktor Janukovitsj og forsætisráðharrin Julia Timosjenko.
Fráfarandi forsetin Viktor Jusjtsjenko er 55 ára gamal og hevur útbúgving sum búskaparfrøðingur. Hann hevur áður starvast á deildum hjá sovjetbankanum í Ukreina. Í 1997 gjørdist hann stjóri í nýggja landsbankanum í Ukreina, sum varð stovnaður eftir at Sovjetsamveldið fór sundur. Í desember 1999 útnevndi Leonid Kutsjma, forseti í Ukreina, Viktor Jusjtjenko til forsætisráðharra. Tvey ár seinni noyddist hann at leggja frá sær, tá tjóðartingið reisti misálit ímóti honum í sambandi við ósmeju við stjórar í kolanáms- og gassídnaðinum.