Vercelli

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Torgið Piazza Cavour og Torre dell’Angelo

Vercelli (piemonesiskt mál:Versèj) er ein býur og kommuna í Italia. Í Vercelli búgva umleið 46.393 fólk (2012). Býurin liggur í Piemont í Norðuritalia. Vercelli er ein av elstu býunum í Norðuritalia. Sambært flestu søguligum keldum, so varð býurin stovnaður umleið ár 600 á.Kr. Býurin liggur við ánna Sesia á slættanum frá ánni Po, millum Milano og Torino.

Málini ið verða tosað í Vercelli eru italskt og piemonesiskt. Tann piemonesiska dialektin ið verður tosað í býnum verður rópt Varsleis.

Heimsins fyrsta fróðskaparsetur (universitet), ið var sett á stovn fyri almennar pengar, varð stovnað í Vercelli í 1228, men læt aftur í 1372. Í dag er ein lærdur háskúli har við deildum fyri bókmentum og filosofi, lærdi háskúlin er ein partur av Università del Piemonte Orientale. Harumframt er eisini ein fjarlestardepil, sum er ein partur av Politecnico di Torino.

Veðurlag[rætta | rætta wikitekst]

Vercelli hevur kaldar vetrar við mjørka, har meðalhitin liggur um 0,4 °C í januar, meðan hitin um summarið liggur um 23,45 °C í juli. Tað regnar mest um varið og um heystið. Torusláttur er mest vanligur um summarið.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið