Turið Sigurðardóttir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Turið Sigurðardóttir, fødd Joensen er fødd 12. august 1946 í Keypmannahavn. Turið tók B.A. prógv í íslendskum og almennari bókmentasøgu við Háskóla Íslands í 1976 og magistaraprógv í almennari bókmentafrøði við Københavns Universitet í 1987. Sigurðardóttir hevur starvast á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya 1976-78 og síðan 1986.

Turið Sigurðardóttir hevur bókaforlagið Ungu Føroyar undir hond. Forlagið gevur út føroyskar bøkur, upprunaligar og týddar. Forlagið gevur út bæði nýggjar og gamlar bøkur og leggur serliga dent á børn og ung.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Bøkur[rætta | rætta wikitekst]

  • Lærið íslendskt 1 (mállæra v./ bandi), Lærið íslendskt 2. Føroya Skúlabókagrunnur. 1987. (Tá Turið Joensen)
  • Sigert. Ungu Føroyar. 1994.
  • Hugtøk í bókmentafrøði. Sprotin. 1998.
  • Bókmentasøgur. Greinasavn. Føroya Fróðskaparfelag. 2004.

Nakrar týðingar[rætta | rætta wikitekst]

Heiður[rætta | rætta wikitekst]