The Coca Cola Company

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Logo.
1941, Kanada
Coca Cola

The Coca Cola Company er ein amerikonsk fyritøka, ið var stovnað í 1886. Fyritøkan eitur eftir leskidrykkinum Coca-Cola, sum gjørdist eitt hitt kendasta merki í heiminum. Coca-Cola varð fyrstu ferð bryggjað í Georgia, USA í 1886. Uppfinnarin gjørdi eitt eyðkent vørumerki, sum fall væl í eyguni við snøggum, reyðum stavum, sum taka í hvør annan, og frá fyrsta degi varð lýst allastaðni við hesum nýggja drykki. 10 ár seinni drukku tey Coca-Cola í øllum Amerika. Nú er Coca-Cola so grógvið inn í hugaheim okkara, at vit kenna merkið aftur, hvussu navnið so er skrivað.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið