Sukursjúka

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Altjóða symbolið fyri diabetes.

Diabetes mellitus stavar úr griskum, og merkir: ”Hunangur, sum rennur beinleiðis ígjøgnum.” Navnið hevur sín uppruna í, at sukursjúklingar við høgum blóðsukri, skilja út sukur gjøgnum landið. Diabetes kallast eisini sukursjúka og finst bæði sum týpa 1 og týpa 2.

Insulin er eitt hormon sum verður skapa í brisinum. Insulin er neyðugt, fyri at kyknur í kroppinum kunna upptaka glukosu frá matinum vit eta. Um brisið ikki framleiðir nóg nógv insulin, økist mongdin av glukosu í blóðinum. Hetta ber við sær sjúkueyðkennir og sukur skilist út gjøgnum landið.

Flokking[rætta | rætta wikitekst]

Týpa 1[rætta | rætta wikitekst]

Tá ein hevur týpu 1 sukursjúku, eru tær kyknur sum framleiða insulin (beta-kyknurnar) heilt ella lutvíst oyðilagdar. Oyðileggingin kemst av einari autoimmunari reaktión, tvs. at kroppurin skapar andevnir ímóti sínum egnu kyknum og oyðileggur tær. Orsøkin er, at immunskipanin uppfatar betakyknurnar fremmandar og tessvegna oyðileggur tær. Týpa 1 sukursjúka er tískil ein autoimmun sjúka.

Vanliga metur man, at ein hevur týpu 1 sukursjúku um insulin framleiðslan fer undir 10-20 % av tí vanliga. Av tí at týpa 1 sukursjúklingar ikki framleiða nóg mikið insulin sjálvir, eru teir noyddir at innsproyta insulin fleiri ferðir dagliga. Vanliga fáa týpu 1 sukursjúklingar staðfest sjúkuna sum barn ella tannáringar. Enn vita vit ikki hvat útloysir sjúkuna og hon kann tí ikki fyribyrgjast. Uml. 5-10 % av sukursjúklingum hava týpu 1 sukursjúku.

Týpa 2[rætta | rætta wikitekst]

Tá ein hevur týpu 2 sukursjúku eru kyknurnar minni viðkvæmar fyri insulin. Tað vil siga, at persónurin er insulin-mótstøðuførur. Kyknurnar kunna ikki upptaka glukosu frá blóðinum og fyri at bøta um hetta framleiðir brisið enn meir insulin. Sum tíðin gongur verða kyknurnar eisini mótstøðuførar fyri øktu mongdina. Brisið verður fyrilagst og minkar um insulin framleiðsluna.

Vanliga fáa týpu 2 sukursjúklingar staðfest sjúkuna sum vaksin. Sjúkan verður vanliga útloyst orsaka av ósunnum lívstíli og hon kann tí fyribyrgjast. Uml. 80 % av sukursjúklingum hava týpu 2 sukursjúku.

Týpa 1½[rætta | rætta wikitekst]

Týpa 1½ sukursjúkan verður vanliga staðfest vaksnum og kallast eisini LADA (stytting fyri 'latent autoimmune diabetes of adulthood'). Eins og týpa 1 er hetta ein autoimmun sjúka, har kroppurin oyðileggur sínar egnu insulin-framleiðandi kyknur. Enn vita vit ikki hvat útloysir sjúkuna og hon kann tí ikki fyribyrgjast. Uml. 5-10 % av sukursjúklingum hava týpu 1½ sukursjúku.

Tá ein hevur týpu 1½ sukursjúku niðurbrótast tær insulin-framleiðandi kyknurnar seinni enn við týpu 1. Vanliga yvir fleiri ár. Líðandi byrjar sjúklingurin at uppliva sjúkueyðkennir, t.d. verður tystur, vil ofta á ves og lættnar í vekt. Av tí at sjúkueyðkennini koma líðandi og oftast verða staðfestar eftir 30 ára aldurin, verður týpa 1½ ofta mistikin fyri týpu 2. Týpa 1½ sukursjúkan verður avgjørd gjøgnum eina einfalda blóðroynd, har kannað verður fyri ávís evnir í blóðinum.

Graviditets-sukursjúka[rætta | rætta wikitekst]

Graviditets-sukursjúka er sukursjúka sum íkemur tá kvinna er við barn. Uml. 1500 kvinnur fáa hesa sukursjúku um árið í Danmark. Oftast útloysist hendan sukursjúkan orsaka av yvirvekt, men tó ikki altíð.

Eins og við týpu 2 sukursjúku eru kyknurnar insulin-mótstøðuførar. Sjúkan verður viðgjørd við einum sunnum lívstíli og í summum førum eisini við insulin. Tað er sera umráðandi at blóðsukri liggur so nær tí vanliga sum møguligt, fyri ikki at skaða fostrið. Sjúkan hvørvur vanliga eftir barnsburðin.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið