Stjørnan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Stjørnan og VB beint áðrenn steypafinaluna 2012 í Høllini á Hálsi
Simona Petersen og aðrar Stjørnu-leikarar í steypafinaluni 11. februar 2012 móti VB. Stjørnan vann finaluna 27-23

Stjørnan er hondbóltsfelag úr Klaksvík, sum varð stovnað umleið 1932. Felagið hevur lið í Sunset kappingini, sum er fyri kvinnur og í yngru deildunum.[1] Manshondbóltur í Klaksvík hevur annað felag, sum eitur Team Klaksvík. Stjørnan hevur vunnið næstflest FM heiti næst eftir Neistan. Stjørnan hevur vunnið FM 8 ferðir síðan 1945.

Søgan[rætta | rætta wikitekst]

Hildið verður, at felagið helst varð stovnað í 1932. Fyrsti leikbúnin hjá gentunum/kvinnunum var hvítu heimaseymaður kjóli. Málmaðurin var í síðum kjóla og útileikararnir í kjóla sum kom niður á knæ. Seinast í 1930-árunum fóru gentur at leika í shorts eins og menn. Tá leiktu genturnar hjá Stjørnuni í reyðum shorts.[2].

Føroyameistarar[rætta | rætta wikitekst]

Stjørnan hevur verið føroyameistari 8 ferðir í tíðarskeiðnum 1943-2011. Fyrstu ferð var í 1945, síðan gingu 32 ár, áðrenn tað eydnaðist teimum at vinna FM aftur, tað var í 1977. Síðan vunnu tær FM í 2000, 2004, 2006, 2007, 2008 og 2010.[3]

Steypavinnarar[rætta | rætta wikitekst]

Stjørnan hevur verið steypavinnari sjey ferðir. Tær vunnu steypafinaluna í 2004, 2005, 2007, 2008, 2009, 2010 og 2012.[4]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "KI.fo, Um Stjørnuna". http://www.ki.fo/stjn-mainmenu-92/um-stjna-mainmenu-102.html. Heintað 2012-01-10. 
  2. Stjornan.com, Søga
  3. "HSF.fo, Hondbóltssamband Føroya". http://www.hsf.fo/?page_id=198. Heintað 2012-01-10. 
  4. HSF.fo, Hagtøl, Steypakapping, Vinnarar – kvinnur

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]